AÐALFUNDUR

AÐALFUNDUR

Grein 1
Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum skal verða hildin í seinasta lagi 1. apríl .
Hvørt felag, ið luttekur í kappróðri, hevur rætt til trý umboð á aðalfundinum, har tó bert eitt hevur atkvøðurætt. Somuleiðis verður eftirmetingarfundur hildin fyri 1. oktober.

Grein 2
Allar reglur kunnu bert verða broyttar á aðalfundi í Róðrarsambandi Føroya

Grein 3
Uppskot skulu verða RSF í hendi seinasta lagi 30 dagar fyri aðalfundin, RSF skal senda innkomnu uppskotini út til feløgini í seinasta lagi 21 dagar áðrenn aðalfundin, broytingar uppskot skulu verða RSF í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, broytingaruppskotini skulu sendast útaftur av RSF í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin.

Grein 4
Ikki er loyvt at koma við broytingaruppskotum á aðalfundinum.

Grein 5[1] Samtykt uppskot skulu til rættlestur og tillaging hjá løgfrøðingi, áðrenn tey verða sett inn í lógina.

Grein 6
Uppskot, ið skerpa møguleikarnar hjá manningum, skulu ikki koma í gildið fyrr enn árið  eftir, aðalfundurin er. Uppskot, ið víðka møguleikarnar hjá manningunum, koma í gildið sama kappingarár, ið aðalfundurin er.

Grein 7
Aðalfundurin verður kann  tikin upp á ljóðband/fílu. Meiriluti skal vera fyri hesum á aðalfundinum. Ljóðbandið/fílurin skal bert brúkast til aðalfundin og skal goymast í eitt ár.sí lógir fyri Róðrarsamband Føroya

[1] Broytt á aðalfundi í 2016. Bert broyting í orðingini.