KIWANIS RÓÐRAR-KUPP

Róðrarsamband Føroya bjóða aftur í ár til Kiwanis Róðrar-Kupp, ið er ein skúlaróðrarkapping. Í ár hava eisini 5. flokkarnir møguleika at verða við, og sum nakað nýtt hava vit hugsað, at teir minnu skúlarnir kunnu luttaka við øllum sínum næmingum í einum bólki.

Bólkarnir í ár eru:

5. flokkar (minimum 10 næmingar)

6. flokkar (minimum 10 næmingar)

7. flokkar (minimum 10 næmingar)

5.-6. og 7. (minimum 10 max 24 næmingar)

Kappróður er tjóðarítrótt okkara, og vit í RSF halda, at hann eigur at verða ein natúrligur partur av undirvísingini. Her verður serliga hugsað um lærugreinina ítrótt.

Dansk Forbund for Roning hevur gjørt undirvísingartilfar, sum RSF er sloppið at nýta. Tilfarið hevur fingið góða undirtøku í Danmark. Í  2017, sum var royndar ár hjá RSF, luttóku 15 flokkar við 175 næmingum.

Undirvísingartilfarið (mellemtrin), inniheldur fýra skúlablokkar á umleið 90 min. hvør. Tveir blokkar í ítróttarhøll/stovu og tveir blokkar á róðrarmaskinu. Um skúlin ikki eigur Concept 2 róðrarmaskinur, so eru flestu kappróðrarfeløg áhugað í at læna flokkunum teirra maskinur í neystinum.

Undirvísingartilfarið rúmar næmingatilfar og tilfar til læraran. Tilfarið til læraran er sera nágreiniligt, tí er ikki neyðugt hjá læraranum at hava nakran kunnleika til rógving, áðrenn farið verður í gongd. (undirvísingartilfarið liggur undir hesum sama bredda)

Ætlanin hjá RSF er at bjóða teimum flokkum/skúlum, sum velja at fylgja tilfarinum hjá Kiwanis Róðrar-Kupp til Tórshavnar einaferð í apríl/mai. (Dato, stað, og hvussu tilmeldast skal,  kemur seinni). Her verður kappast um at finna Føroya stinnastu flokkar og skúlar í rógving. Kappingin er ein stafett uppá 4000m, har kravið er, at allir næmingar í flokkinum luttaka. Undantøk kunnu tó í serligum førum verða givin.

Meiningin er, at skúlarnir taka kontakt við kappróðrarfelagið í nærumhvørvinum og avtala, nær teir kunnu sleppa í neystið at venja.

Sum vit vita, so er støddin á skúlum og harvið eisini flokkum sera ymisk í Føroyum. Fyri at geva teimum smærru skúlunum sama møguleika sum teimum stóru, ynskir RSF, at skúlar við flokkum undir 10 næmingar fáa møguleika at gera felagslið. Felagsliðini skulu rúma øllum næmingum í 5.-6. og 7. flokki. (teir skúlar hava bara upp til 6. flokk, so er tað næmingar í 5. og 6.)  Hetta verður gjørt fyri at koma uppá 10 næmingar, sum er minsta markið fyri luttøku. Tveir ella fleiri smáir skúlar kunnu eisini leggja saman fyri at manna lið. Tó er kravið tað sama, allir næmingar í 5.-6. og 7. flokki skulu verða við á felagsliðnum.