Kappingar í inniróðri uttanlands

Róðrarsamband Føroya hevur eftir úttøkukappingarnar í heyst úttikið eitt lið av rógvarum yvir 18 ár og eitt lið av rógvarum undir 18 ár. 
í August 2017 byrjaði Bogi Olsen í starvinum sum landsliðsvenjari. Hann hevur í heyst gjørt program til øll, ið hava verði áhugað at venja eftir tí. Hann hevur verið við til allar úttøkukappingingarnar og hevur verið rundt landi og fylgt venjingini í ymsum feløgum. Hann hevur tosað við rógvarar og stuðla teimum í venjingini. Tað at verða innirógvari kann merkjast einsligt, um ein ikki er í einum stórum felag, har nógv rógva gjøgnum veturin. Tí hevur tað verið ein av uppgávunum at stuðla og hjálpa teimum, sum hava haft brúk fyri tí. 
Nevndin í RSF er fegin um luttøkuna til kappingarnar og vónar, at tað arbeiðið, ið nevndin er farin undir at byggja upp um inniróðurin, komandi árini fer at síggjast aftur í enn størri luttakaratali komandi árini. Í heyst hava vit sæð nýggjar rógvarar í inniróðrinum, sum hava víst seg at verða dugnaligir og fingið sera góð úrslit. So ongin ivi er um, at vit hava rógvarar rundt um í Føroyum, sum enn ikki hava funnið útav, at tey eru góðir rógvarar. Hesi mugu vit finna, og tí fer RSF aftur komandi ár at skipa fyri skúlarógving. RSF vónar, at skúlarnir aftur fara at taka væl undir við tiltakinum. Meira kunning um hetta seinni. 
 
Tey vaksnu fara at luttaka í EM 2018, sum verður í Amsterdam 9. desembur 2017. Tey skulu eisini luttaka í HM, sum verður í býnum Alexandria í statinum Virginia í USA. Hetta verður daganir 17.-18. februar 2018. 
 
Úttikin at umboða Føroyar í inniróðri til EM og HM eru: 
Toni Dam, Havnar Róðrarfelag
Jens Kristian Dam, Havnar Róðrarfelag
Bergur Dam Jensen, Havnar Róðrarfelag
Magnus Debess Madsen, Kvívíkar sóknar róðrarfelag
Elsa Magnussen, NSÍ Kappróður
Ingibjørg Thomsen, NSÍ Kappróður
Sarita Hansen, Havnar Róðrarfelag

 

Tey undir 18 ár skulu luttaka í DM 27. januar 2018. Úttikin at umboða Føroyar til DM eru: 
 
G.13 – Sunneva Lamhauge Leo, Róðrarfelagið Tindur
G.13 – Tanja Dam, Havnar Róðrarfelag
G.14 – Emma Landgaard, Róðrarfelagið Tindur
G.14 – Unnur á Tórgarði, Havnar Róðrarfelag 
G.15 – Kristianna Skarpheðinsdóttir, Havnar Róðrarfelag
G.14 – Elin Døgg Súnadóttir, Havnar Róðrarfelag
D.15 – Jannik Kambskard Dalfoss, Frobiar Sóknar Róðrarfelag
G.16 – Nikoba í Gong, Róðrarfelagið Knørrur
 
Nevndin í Róðrarsamband Føroya vil hervið ynskja øllum okkara rógvarum bestu eydnu til kappingarnar. Somuleiðis takk til tykkum, sum luttóku til úttøku kappinginar í heyst. Vit vóna at síggja tykkum øll aftur til FM í inniróðri í mars 2018.