Hallur dómari í 40 ár

Leygardagin 8. september skipaði Róðrarsamband Føroya fyri móttøku fyri Halli Ellingsgaard, sum í ár hevur verið dómari í 40 ár í føroyskum kappróðri. Hallur Ellingsgaard úr Oyndarfirði byrjaði fast sum dómari í kappróðri. Hetta var á Norðoyarstevnu 1978. Hallur var tá hjálpari hjá startdómaranum. Áðrenn hetta hevði Hallur dømt hendingar róðrar. Millum rógvarar er Hallur best kendur sum startdómari, men røkir hann eisini uppgávurnar sum høvuðs- og máldómari. Á samkomuni handaði Sigurð Rasmussen frá ÍSF Halli silvurnál ÍSFs fyri hansara 40 ára langa sjálvbodna íkast til tjóðarítrótt okkara. Hallur er framvegis virkin sum dómari, og nýta hini í dómaratoyminum gott av hansara drúgvu royndum. RSF ... Mere

Inniróður 2018/19

Mere

Venjari í inniróðri settur

Róðrarsamband Føroya skrivaði 31. juli undir avtalu við Magnus Debess Madsen um at verða venjari í inniróðri komadi vetur. Í fjør setti RSF Boga Olsen sum venjara, og eftirmetingin í vár staðfesti, at ein venjari er sera týdningarmikil at hava fyri menningina av føroyska inniróðrinum. Bogi valdi ikki at halda fram og søkir aðrar avbjóðingar. Árið í føroyskum kappróðri er júst farið afturum, og er hetta byrjanin upp á vetrarpartin, har vit í Føroyum við støðugt vaksandi undirtøku íðka inniróður. Og ikki minst við sera góðum avrikum í kappingum uttanlands. Stutt um Magnus kann sigast, at hann er 34 ár og búsitandi í Vestmanna. Hann er kendur bæði frá føroyskum kappróðri og inniróðri. Hann hevur m.a. róð við Argjabátinum, ... Mere

Úrslit Ólavsøku 2018

Mere