3 Resultater for måned: 02/2018

Kappingardagurin til HM í inniróðri – og úrslit

Um umleið 2 tímar fara fyrstu føroysku rógvararnir í dyst um heimsmeitaraheitið, sum hetta vikuskiftið er í Alexandria í amerikanska statinum Virginia. Kappingarnar hjá Føroyum liggja soleiðis: Navn Bólkur Kappast føroyska tíð Toni Dam  tungvekt 50 – 54 ár  kl. 16:20 Jens Kristian Dam lættvekt 40 – 49 ár  kl. 16:40 Bergur Dam Jensen  lættvekt 30 – 39 ár  kl. 17:00 Elsa Magnussen  tungvekt 30 – 39 ár  kl. 17:00 Ingibjørg Thomsen  lættvekt 30 – 39 ár  kl. 17:00 Sarita K. Hansen  lættvekt opin bólkur  kl. 19:00 Øll 500 m spurt  kl. 20:15 Hetta er fyrstu ferð, at FISA (altjóða róðrarsamgongan) leggur navn til HM kappingina. Undanfarin ár hava kappingarnar verið ... Mere

HM í inniróðri 2018

  Hetta vikuskiftið hevur HM í inniróðri verið í amerikanska býnum Alexandria í statinum Virginia. Róðrarsamband Føroya hevði úttikið 6 rógvarar og kom tann føroyski hópurin til Alexandria hósdagin. Har hava tey vant saman við rógvarum úr øllum heiminum og annars fyrireika seg til sjálva kappingina, sum var í gjár sunnudagin 18. februar.   Hetta er fyrstu ferð, at altjóða róðrarsamgongan FISA (Fédération Internationale des Sociétés d’Aviron) leggur navn til HM kappingina. Undanfarin ár hava líknandi kappingar verið óalmennar meistarakappingar, hóast heimselitan hevur luttikið. Óalmenna meistarakappingin, sum undanfarin ár hevur verið í Boston, var í ár flutt til Alexandria, og er ætlanin, at hon skal flyta runt í ... Mere

Tilmelding til FM í inniróðri 2018

FM í inniróðri verður í fimleikahøllinum í skúlanum við Løgmannabreyt 10. Mars 2018. Tilmeldingin í ár fer fram á roning.dk, og eru leinkjur til síðuna bæði á rsf.fo og facebook-síðuni hjá Róðrarsambandi Føroya. Tilmeldingin er opin til og við 28. Februar 2018, og tað kostar 100 kr. fyri hvønn luttakara. Og tá kann luttakast bæði í einstaklingakapping og í stafett. !!! Fyri at kunna melda til, skal róðrarfelag ella rógvari gera ein brúkara inni á heimasíðuni, og síðani rita inn, áðrenn atgongd fæst til sjálva tilmeldingina. Sera nógvir rógvarar eru í hesi skipanini, og úrslit, sum ein rør, verða goymd í skipanini, so um ein undlingarógvari røreina sera góða tíð, kann hon samanberast við tíðirnar í skipanini nógv ár ... Mere