3 Resultater for måned: 01/2018

Úrslit hjá føroysku rógvarunum í DM – Móttøka verður sunnudagin kl. 1600

DM í inniróðri hevur í dag verið í Gladsaxe-høllini í Søborg. Í alt 12 føroyskir rógvarar tóku lut. Av teimum 12 rógvarunum vóru 8, sum kappaðust í ymisku unglingabólkunum. Eftir kappingina kann staðfestast, at føroysku rógvararnir fingu sera góð úrslit. Talan gjørdist nevniliga um heiðursmerki til 9 av teimum 12 rógvarunum. Tey fyrstu at kappast vóru teir fýra eldru rógvararnir. Her gjørdist úrslitið tvey gull heiðursmerki og tvey silvur heiðursmerki. Sarita Kristina Hansen og Jón Nónklett vunnu gull í ávikavist veteran bólkinum fyri kvinnur 30 – 39 ár lættvekt og veteran bólkinum fyri menn 40 – 49 ár tungvekt. Bergur Dam Jensen og Toni Dam vunnu silvur í ávikavist veteran bólkinum fyri menn 30 – 39 ár lættvekt og 50 – 59 ... Mere

Føroyskir rógvarar luttaka í DM í inniróðri

Føroyskir rógvarar fara í vikuskiftinum at luttaka í DM í inniróðri, sum verður í Gladsaxe høllini í Søborg. Talan er um 12 rógvarar, sum Róðrarsamband Føroya hevur tikið út eftir, at hesi hava luttikið í úttøkukappingum á heysti í 2017. Hópurin, sum skal kappast, fór úr Føroyum í dag, og er talan um ein blandaðan hóp av ungum rógvarum. Teir eldru rógvararnir luttóku í EM í inniróðri í desember og skulu aftur til HM í inniróðri í februar. Tó hava nakrir valt at luttaka í DM eisini. Róðrarsamband Føroya er seinastu árini farið undir eina miðvísa tilgongd fyri at økja um áhugan fyri inniróðri í Føroyum. Ein sjálvsagdur liður í hesari tilgongd er luttøka í altjóða kappingum, eisini fyri yngru rógvararnar. Afturat ... Mere

FM í inniróðri verður 10. Mars 2018

FM í inniróðri verður í fimleikahøllinum í skúlanum við Løgmannabreyt 10. Mars 2018. Timeldingin er opin frá 7. Februar til og við 28. Februar 2018, tað kostar 100 kr. fyri hvønn luttakara. Gjaldast skal beinavegin, tá tilmeldingin fer fram. Starttíðir verða ásettar eftir, at tilmeldingarfreistin er úti. Tilmeldingin fer fram inni á heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya, www.rsf.fo Árstalið, ein er føddur, er avgerandi fyri, hvørjum bólki ein rør í.  Tað vil siga, um ein er føddur t.d. í januar 2003 og ein í desembur 2003, rógva hesi í sama bólki. Vektbólkar: Lættvekt kvinnur er upp til  61,5 kg Lættvekt menn er upp til 75 kg  Niðanfyri síggjast bólkanir deildir eftir aldri: Kapping 1  2 min U13 MErgo Dreingir- 12 ... Mere