5 Resultater for måned: 12/2017

Móttøka til heiðurs fyri føroysku EM rógvarunum

Róðrarsamband Føroya bjóðar við hesum til móttøku í ÍSF húsinum í morgin mánadagin 11. desember klokkan 17:00 fyri at heiðra føroysku rógvararnar og teirra úrslit í sambandi við EM í inniróðri.   Mere

Føroyskir rógvarar gera um seg til EM í inniróðri í Amsterdam

Teir sjey føroysku rógvararnir, sum Róðrarsamband Føroya tók út til at luttaka í EM í inniróðri hava veruliga gjørt um seg í Amsterdam har kappingin varð hildin í dag 9. desember.   Byrjað var longu klokkan hálvgum níggju føroyska tíð, tá ið menninir skuldu í eldin. Her gjørdist talan um tvær gullmedaljur og tvær silvur medaljur. Teir báðir Magnus Madsen og Jens Kristian Dam vunnu báðir gull, meðan Toni Dam og Bergur Dam Jensen vunnu silvur. Her kann nevnast, at Magnus vann sín bólk sera sannførandi við 17 sekundum og Jens Kristian vann somuleiðis ein tryggan sigur við fýra sekundum.   Hjá Toni gjørdist talan um ein sera spennandi róður og ein ikki minni spennandi endaspurt, har Toni tíverri gjørdist júst ov stuttur til ... Mere

Stroyma europameistarakappingina í Hollandi

https://www.youtube.com/channel/UCGmOUZ43FfzGjH45WXU8Yeg/live Mere

Sjey føroyskir rógvarar til EM í inniróðri

Róðrarsamband Føroya hevur saman við Boga Olsen, landsliðsvenjara, úttikið sjey føroyskar rógvarar til europameistara kappingina í inniróðri, sum verður leygardagin 9. desember í Amsterdam. Síðan september hevur Róðrarsambandið í samstarvið við lokal róðrarfeløg skipa fyri úttøkukappingum, sum hava verið hildnar kring alt landið og hevur sum heild góð undirtøka verið fyri úttøkukappingunum. Tey sjey, sum eru úttikin fara at kappast í ymiskum aldursbólkum og vektbólkum. Seinasta mánaðin hevur liðið fyri tað mesta vant saman og hava venjingarnar gingið væl. Eftir ætlan skuldi ferðaliðið fara úr Føroyum hósmorgun, men fyri at sleppa undan ódnarveðrinum, sum hevur herjað oyggjarnar, varð gjørt av í samráð við og við ... Mere