2 Resultater for måned: 04/2017

Tíðindaskriv 25. apríl 2017

Kiwanis stuðlar innandura barnaróðri Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur gjørt av at vera høvuðsstuðul í sambandi við eina innandura róðrarkapping fyri næmingum í 6. og 7. flokki, sum Róðrarsamband Føroya skipar fyri í Hoyvík mánadagin 1. mai. Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum endamál at stuðla børnum, barnafamiljum og tiltøkum børnum at frama, hevur gjørt av at vera høvuðsstuðul hjá Róðrarsambandi Føroya, ið skipar fyri eini innandura róðrarkapping fyri 6. og 7. floks næmingum í Føroyum. Kappingin, ið hevur fingið heitið “Kiwanis Róðrar-Kupp 2017”, hevur sum endamál at fáa tey ungu at røra seg likamliga, óansæð um tey íðka ítrótt ella ikki. Rógving krevur ikki nakrar ávísar ítróttarligar førleik... Mere

Eykaaðalfundur 13. mai 2017 kl. 1200

Við hesum verður kallað inn til eykaaðalfund RSFs. Fundurin verður hildin í ÍSF-húsinum leygardagin 13. mei 2017, kl. 1200 við hesi skrá: 1. Val av orðstýrara 2. Val av nevndum 3. Ymiskt Feløgini verða biðin um at senda RSF nøvn á valevnunum áðrenn fundin. Mere