2 Resultater for måned: 03/2017

Aðalfundur varð hildin 25. mars

Leygardagin 25. mars varð aðalfundur í Róðrarsambandi Føroya hildin. Longu áðrenn fundin var greitt, at val av nevndum ikki varð viðgjørt á fundinum, tí ongi valevnir vóru í uppskoti. Reglurnar hjá RSF siga, at valevnir til nevdarvalini skulu verða send RSF 2 vikur undan fundinum. Spenningurin var tó um tey nógvu innkomnu málini um broytingar í reglunum. Tey flestu vóru um broytingar í aldursmarkinum. Samtykt varð, at tey 11 ára gomlu eisini sleppa at luttaka í barnaróðri, tvs. at børn fødd í 2003, 2004 og 2005 kunnu rógva í barnaróðri í ár. Eisini varð aldursmarkið í gentu- og dreingjaróðrinum linkað soleiðis, at 2 rógvarar nú kunnu vera 13 ár, men fylla 14 áðrenn 1. apríl í kappingarárinum. Sum nakað nýtt er frítt at manna ... Mere

AÐALFUNDUR 2017

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya verður hildin í ÍSF-húsinum leygardagin 25. mars 2017, kl. 1200, við hesi skrá: 1. Val av orðstýrara. 2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári. 3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap. 4. Innkomin mál. 5. Ásetan av stevnudagfesting til næsta kappingarár. 6. Ásetan av atgongumerkjaprísi. 7. Val av nevndum og eykamonnum. 8. Ymiskt. Mál til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera RSF í hendi í seinasta lagi 23. februar 2017 Mere