2 Resultater for måned: 01/2017

Móttøka fyri føroysku rógvarunum

Ikki kann sigast annað enn, at tað gekk framúr hjá teimum ungu evnaríku rógvarunum, sum Róðrarsambandið hevði sent til kappingina um Danmarksmeistaraheiti í innandurarógving. Heili 5 heiðursmerki og eitt 4. pláss. Tvey gull, tvey silvur, eina bronsu og eitt 4. pláss. Hjá gentum 13 ár var Unnur Wenningsted á Tórgarði í serklassa, hon róði 776 m uppá 3 minuttir. Úrslitið hjá Unnur var so mikið gott, at um hon hevði róð saman við dreingunum í sama aldursbólki, hevði hon fingið silvur.Í gentur 14 ár stillaði Føroyar við tveimum luttakarum. Lea Tróndheim Johansen og Kristiannu Skarpheðinsdóttir. Lea og Kristianna hava verið ógvuliga tættar í úrtøkukappingunum sum hava verið í vetur, og so varð eisini í dag - bara ein metur var ímillum ... Mere

Úttøkan til EM og DM

Eftir lokna kapping inniróðri í dag í róðrarneystinum á Argjum hevur RSF úttikið rógvararnar, sum fara at luttaka í DM-kappingini í Gladsaxe 28. januar og í opnu EM-kappingini í París 4. februar. Tað verða teir ungu rógvararnir, sum fara at luttaka í DM, meðan teir 18 ára gomlu og eldri fara til EM. Í fjør vísti RSF á, at sambandið fór at brúka meira orku uppá teir yngru rógvararnar, tvs. 39 ár og yngri, tó ongin forðing varð fyri, at rógvarar uttanfyri málbólkin av egnum ynski kunnu koma við. Í ár hava Toni Dam og Jens Kristjan Dam valt at koma við til EM. Til DM fara: Unnur á Tórgarði, sum luttekur í bólkinum gentur 13 ár Lea T. Johansen, sum luttekur í bólkinum gentur 14 ár Kristianna Skarpheðinsdóttir, sum luttekur í ... Mere