7 Resultater for måned: 07/2015

Heimsmeistaraheitið í langróðri

Leygardagin 22. august verður tann árligi Sjómannadagurin í Klaksvík. Í hesum sambandi, verður eitt nýtt kappróðrartiltak á skránni, ið vit nevna “Heimsmeistaraheitið í langróðri” og byrjar tað klokkan 13.00. Kappast verður í tveimun bátastøddum, 6- og 5-mannaførum. Menn ella blandaðar manningar rógva við 6-mannaførum, meðan kvinnur rógva við 5-mannaførum. Aldursmarkið er sett til at vera 14 ár. Teinurin, ið rógvin verður er áleið 8,5 kilometrar og verður róð frá núverðandi máli í Klaksvík, norður til byrgingina í Haraldssundi og aftur til málið í Klaksvík. Starturin verður leysur og við niðurteljing. Róðrarsambandið kemur við nærri kunning um kappingina, reglar og praktisk viðurskifti í august. Til ber at ... Mere

Ársins mynd – kapping

Fyri at skapa meira áhuga kring kappróður, skipar Róðarsambandið fyri einari myndakapping. Vinningur verður latin til tí bestu myndina. Fyri at luttaka í kappingini, skal fylgjandi vera uppfylt: Myndin skal hava tilknýti til kappróður Myndin skal vera tikin í ár Tað er loyvt at senda fleiri uppskot Freistin at senda myndir inn er 31. Juli 2015 og skula tær sendast til rsf@olivant.fo. RSF tilskilar sær rættin at nýta myndirnar, ið verða sendar inn. Vinnarin verður kosin á heimsíðu RSF´s   Vinarliga Róðrarsamband Føroya Mere

Ársins tak

Á Ólavsøku verða ársins FM vinnarar kosnir. Hetta er endabresturin og hápunktið. Tað er løtan, ið manningarnar hava vant og strembað ímóti - at standa ovast á sigurspallinum og fáa viðurkenning fyri ørgrynnu av tímun í báti og innandura, viðurkenning fyri at felagstøkini hava borið á mál. Ferðin, ið fyri nógv byrjar fyrst í árinum, er long. Hjá onkrum er avbjóðingin størri, hjá øðrum minni. Felagsnevnarin fyri manningar og feløg er, at man hevur eldsálir, har ið hugurin og alskurin til tjóðarítróttina og felagið drívur verkið. Róðrarsamband Føroya vil heiðra hesar eldsálir, geva teimun viðurkenning. Á Ólavsøku, undir steypahandani, fer Róðrarsambandið at heiðra einari eldsál. At viðurkenna tíð, orku og alskin, ið ... Mere

Vestanstevna í Sandavági

  Komandi leygardag verður næstseinasti róður rógvin í Sandavági. Stevnufyrireikararnir hava sent okkum ymiskt tilfar at bera víðari til feløgini. Vónandi kunnu feløgini bera kunningartilfarið víðari til rógvararnar. Viðmerkjast skal, at eftirsum tað er sera trongligt í Sandavági, er sera umráðandi, at bilførarar fylgja teimum ávísingum, sum fyrireikararnir viðmæla. Trýst HER fyri at lesa innbjóðingina til kappróður á vestanstevnu. Trýst HER fyri at lesa meira um ferðsluna á vestanstevnu. Trýst HER fyri at síggja startrøðina. Mere