8 Resultater for måned: 06/2015

Varmakelda, innbjóðing

ÍF Kappróður bjóðar øllum feløgum, at verða hjartaliga vælkomin til Varmakelduróðurin, ið verður leygardagin 4 juli 2015. Sum vanligt byrjar Barnaróðurin kl 13 og FM-róðrarir kl 15. Allir luttakandi bátar til barnaróður skulla verða komnir at standa á bátaøkinum í seinasta lagið kl 12. Bátarnir sum luttaka í FM róðrinum skulla verða á bátaplássinum í seinasta lagið kl 14 Við dráttin (1) verða numrini útflýggjaði. Har verða eisini fólk, sum taka ímóti og ávísa pláss til bátarnar at standa. Á pierinum (2) er brúgv til manningarskift og har koma eisini størri akfør at parkera. Ábit til róðrafólk verður í hølum hjá ÍF kappróðri, ið liggur við dráttin (1). Steypa handan (3) verður við Mentunarhúsið. ... Mere

Jóansøka 2015 – startrøðin

  Skjótt gongur tíðin, og leygardagin skulu rógvararnir aftur í eldin. Hesuferð verður róð á Tvøroyri og sagt verður frá góðum veðri leygardagin. Vónandi fara vit at síggja fleiri spennandi og tættar róðrar.   Startrøðin sæst við at trýsta á HER. Mere

Jóansøkan 2015

  Komandi vikuskifti verður jóansøka hildin á Tvøroyri. Innbjóðing og kort yvir róðrarøkið eru send okkum frá FSR. Feløgini vera biðin um at bera boðini víðari til rógvararnar, soleiðis at øll kunnu seta seg inn í viðurskiftini viðvíkjandi róðrinum á jóansøku. Trýst HER fyri at síggja innbjóðingina til stevnuna. Trýst HER og HER fyri at síggja kortini yvir róðrarøkið. Mere

Dómaraskeið

  Á nevndarfundi í Róðrarsambandinum í gjárkvøldið gjørdi nevndin av at fara at skipa fyri dómaraskeiðum fyri nýggjar dómarar. Nevndin heldur, at tað er brúk fyri fleiri dómarum, sum skulu setast við komandi tvey árini. Kunnandi skriv um skeiðið er sent til feløgini og er eisini at finna á Facebook-vanganum hjá Róðrarsambandinum. Freistin at boða frá luttøku er 1. juli. Trýst HER fyri at lesa kunningarskrivið. Mere