3 Resultater for måned: 04/2015

Róðrarfestivalurin avlýstur

Nevndin í Róðrarsambandi Føroyra skal við hesum boða frá, at róðrarfestivalurin, sum av røttum skuldi vera í gamla Argja skúla leygardagin 2. mai, er avlýstur vegna ov lítla undirtøku. Nevndin er sera hørm um at hava tikið hesa avgerð, men tá freistin at boða frá luttøku var farin, høvdu alt ov fáir luttakarar tekna seg til tiltakið. Tí helt nevndin ongan annan møguleika vera enn at avlýsa tiltakið hesuferð. Við róðrarkvøðu, nevndin í RSF. Mere

Freistin útsett

Til feløgini og róðraráhugað ! Í samband við at ítróttafeløg og einstaklingar nú kunnu bíleggja nýggjar Concept 2 rógvimaskinur umvegis Róðrarsambandið, skal við hesum vera sagt frá, at seinasta freist at bíleggja útgerðina er flutt til 1. august 2015. Róðrarsamband Føroya Mere

Róðrarfestivalur 2015

Eins og undanfarna ár fer Róðrarsamband Føroya aftur í ár at skipa fyri einum tiltaki, har kappróður og fyrreiking til kappróðrarárið eru í fokus. RSF ynskir at savna rógvarar úr øllum landinum til ein gevandi, upplýsandi og stuttligan dag í gamla skúlanum á Argjum. Innbjóðing er send øllum kappróðrarfeløgum kring landið. Les innbjóðingina HER Mere