3 Resultater for måned: 03/2015

Ráðstevna

Í september verður ein spennandi ráðstevna í Føroyum, sum snýr seg um elituítrótt, venjing og kost. Nú er skráin við at vera liðug og tilmelding er klár til ráðstevnuna. Vónandi hevur tað áhuga hjá ÍSF at senda luttakarar, venjarar og onnur við á ráðstevnuna. Tað er Magni Mohr, sum hevur staðið fyri fakliga innihaldinum, og tað er í heimsflokki innan júst hetta økið, samstundis sum at ein altjóða organisatión stendur aftanfyri.   Her ber til at tekna seg til ráðstevnuna og síggja skránna: http://www.gree ngate.fo/eng/konferencer/icpafr Mere

Móttøka í SMS

Í samband við at ferðalagið kemur heim úr Boston í morgin við einum heimsmeistara í viðførinum, skipar Róðrarsamband Føroya fyri móttøku á torginum í SMS í morgin, mánadagin 2. mars kl. 1630. Til tiltakið verður okkara nýggi heimsmeistari, Dánjal Martin Hofgaard, heiðraður fyri sítt fantastiska úrslit og onkrar røður vera hildnar. Eisini vera blómur handaðar til allar rógvararnar. Okkurt ábit verður eisini at fáa afturvið róðrinum hjá Dánjal Martini á stórskíggja. Møti fjølment at heiðra okkara frálíku luttøku í Boston. Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á torginum. Mere

Boston 2015 – úrslit

So hendi tað endiliga aftur. Til kappingina í Boston í dag fingu Føroyar aftur ein heimsmeistara í hús. Hesuferð var tað Dánjal Martin Hofgaard úr Vági, sum vann opna bólkin hjá monnum í lættvekt. Róðurin var tættur millum tríggjar rógvarar, men tá komið var á mál, vísti tað seg, at Dánjal Martin var tann stinnasti og skjótasti. Dánjal Martin endaði eitt sekund framman fyri nr. 2 í kappingini.  Sera gleðiligt fyri Dánjal Martin, sum hevur vant miðvíst fram til kappingina. Seinastu 6 vikurnar áðrenn kappingina í Boston, vandu allir føroysku luttakararnir eftir einum programmi, sum navnframi danski rógvarin Eskild Ebbesen hevði snikkað saman. Rógvararnir ynsktu sjálvir at fáa onkran at gera teimum eina ætlan, sum kundi fyrireika teir so ... Mere