3 Resultater for måned: 02/2015

Fylg við í Boston – LIVE

Í samband við HM í inniróðri í Boston sunnudagin, fer at bera til at stroyma róðrarnar her á síðuni. Trýst á leinkjuna niðanfyri. http://www.concept2.com/indoor-rowers/racing/world-irc/live   Tíðarætlanin fyri kappingina sæst niðanfyri: http://www.crash-b.org/regatta/event-schedule/   Føroysku rógvararnir rógva í hesum bólkum: Dánjal Martin  Hofgaard   -   Open Men Lightweight Toni Dam    -    Senior Men 40-49 Jens Kristian Dam    -    Master Men Lightweight 30-39 Annetta C. Eidesgaard    -    Open Women Jón Nónklett    -    Master Men 30-39 Ingibjørg Thomsen    -    Open Women Lightweight Sarita K. Hansen    -    Open Women Lightweight   (Mint verður á, klokku... Mere

Boston 2015 – stuðlar

Í samband við túrin hjá Róðrarsambandi Føroya til Boston í ár, hava vit fingið fíggjarligan stuðul frá ymiskum fyritøkum. Hetta er nevndin í Róðrarsambandinum sera, sera takksom fyri og vilja vit veita eina hjartans tøkk til allar fyritøkurnar fyri teirra íkast. Túsind takk fyri. Fyritøkurnar eru hesar: P/F Jókin Café Natúr Gummibátatænastan Faroe Farming Formula Mest Kiosk Activ Miðberg Borg James Kelly Photography   Mere

DM í inniróðri

Leygardagin 31. januar blivu Føroyar ein danmarksmeistara ríkari. Tá framdi Sverri S. Nielsen úr Miðvági tað bragd at vinna danmarksmeistaraheitið í bólkinum Menn Sen. B (19-22 ár) í inniróðri. Kappingin var hildin í Gladsaxe. Men ikki nóg mikið við tí. Sverri setti eisini nýtt danskt met við tíðini 5.53,2. Hetta var uml. 1 sekund skjótari enn næstbesta tíðin hendan dagin. Í fjør vann Sverri DM saman við tveimum øðrum rógvarum, eftirsum hesir tríggir komu á mál við somu tíð . Men í gjár var eingin ivi, tí Sverri var bestur av øllum. Hjartaliga tillukku við sigrinum skal ljóða frá nevndini í Róðrarsambandinum. Annetta C. Eidesgaard og Linda Reidarsdóttir Klein luttóku eisini í DM í gjár. Annetta bleiv nr. 6 í sínum ... Mere