3 Resultater for måned: 12/2014

Nýggj heimasíða

Í samband við, at Føroya Tele herfyri skuldi dagføra ymiskar heimasíður, hendi tað óhepna, at øll tíðindini á heimasíðini hjá Róðrarsambandinum blivu slettaði. Sama hendi við ymiskum øðrum heimasíðum. Men so er ikki at falla í fátt. Vit hava nú fingið okkum eina nýggja heimasíðu, sum er nógv lættari at umsita. Við tíðini fara vita at royna tað vit kunnu at fáa gomlu tíðindini løgd út á síðuna aftur. Men í fyrsta umfari hyggja vit frameftir og hugsavna okkum um nýggj tíðindi. Nevndin Mere

Myndir fra úttøkukappingin

Myndir fra úttøkukappingin til HM i Boston 2015: TRYST HER    Mere

Boston 2015 – úttøkukappingin

Leygardagin 29. november skipaði Róðrarsamband Føroya fyri úttøkukapping til  HM-kappingina í inniróðri, sum verður í Boston 1. mars 2015. Tilsamans 33 luttakarar, 25 menn og 8 kvinnur, høvdu boðað frá luttøku. Hesir vóru  í aldrinum 15-55 ár. Ikki øll høvdu møguleika fyri at møta til úttøkukappingina. Tí  avtalaði nevndin í RSF við hesi, at tey skuldu rógva testina áðrenn úttøkukappingina  og síðani senda nevndini prógv um, at teinurin var rógvin. Úttøkukappingin bleiv hildin í frálíka venjingarhølinum hjá Havnar Róðrarfelag. Nakrir áskoðarar høvdu leitað sær oman í neystið at hyggja og heppa á rógvararnar. Tað sást á monnum og kvinnum, at stórur spenningur var um, hvussu mundi fara at gangast ymisku luttakarunum ... Mere